Hjartabørn, lívsbardagar, orð og koralir ... BÓKAMIÐSØLAN
Nýtt
Skaldsøgur og yrkingasøvn útkomin í desember >>
Lat meg goyma teg o.a. >>

Nýggjar fakbøkur >>

Nýggjar bøkur hjá Bókadeildini >>



Greinasavn

Oddvør Johansen: Úr køksvindeyganum

Mentunargrunnur Studentafelagsins hevur givið út greinasavnið Úr køksvindeyganum eftir Oddvør Johansen.

Í bókini eru greinir og skaldsligir stubbar um gamalt og nýtt, um familju, grandishendingar og søgu.

Úr køksvindeyganum er 145 bls. og kostar 220,- kr.





Lívsbardagi

Páll Kunoy: Lívsbardagi á Kappanum

Páll Kunoy hevur altíð dámað væl at skriva, og nú hann legði frá sær í yrkinum sum tryggingarmaður í januar í ár, setti hann seg niður heima við hús í Vallalíð í Havn at skriva bókina um ta mætu sluppina Coronet.

Við Dimmalætting sigur hann: »Í 2000 varð tað veruleiki. Nú beyðst høvi at fara til New Foundlands, og tástani rann mær í huga, at henda søga er so mikið sjáldsom og rík, at hon má ongantíð gloymast. Tískil tók eg ta avgerð at skriva hesa bók, soleiðis at henda søga verður ein samrunnin partur av Føroya siglingarsøgu. Nógv av tilfarinum er grundað á frásagnir hjá fleiri av manningini, ið eg sjálvur havi tosað við, meðan aðrir partar eru bygdir á gomul skjøl,« sigur Páll Kunoy millum annað í fororðinum í søguni um stórsluppina.
»Coronet kom í ta vanlukku, at hon rendi seg í eina ódn á Kappanum, tá ið hon var á veg heim eftir at hava roynt í Grønlandi um summarið. Henda ódn var so hørð, at menn, ið hava ferðast nógv um Kappan, hava sagt, at henda ódn var tann ringasta, sum teir vita um. Tað var um reppið, at Coronet varð drigin niður í dýpið, menn manningin megnaði at halda skipinum flótandi, og hetta var ein sannur lívsbardagi.«

Lívsbardagi á Kappanum er 110 síður, innbundin, og hon kostar 220,- kr.


Hellenistisk ávirkan

Nýggja Testamentið er høvuðsgrundarlagið fyri kristnu trúnni. Ein, sum ynskir at fáa innlit í kristindóm, lesur sjálvandi teir nýggja testamentligu tekstirnar. men ofta er tað ikki nóg mikið bara at lesa Nýggja Testamentið fyri at fáa eina mynd av frumkristindómi. Havast skal í huga, at hesir tekstir vórðu skrivaðir í einum heilt øðrum heimi og mentanum.

Í hesum bóklingi verður hellenistisk (grisk/rómverks) ávirkan í nýggja testamentliga heiminum lýst og viðgjørd. Serliga verður hellenistisk heimspeki og átrúnaður viðgjørdur.

Hetta er bakgrundsvitan til tess betur at skilja Nýggja Testamentið.

Hellenistisk ávirkan í nýggja testamentliga heiminum er 64 bls. og kostar 80,- kr.
Rúni Rasmussen hevur skrivað og Filadelfiaforlagið gevur út.

Jana - eitt hjartabarn

Bókin “Jana – Eitt Hjartabarn” verður væl móttikin, upplýsa tey í Gamla Bókhandli í Havn. Og tað er m.a. gott fyri búfólkini á Eirargarði, sum fáa tað, sum loypir av, tá lønir og útreiðslur eru goldnar. Men, annars kunnu allir føroyingar læra nógv av hesum parti av Føroya søgu, sum ikki er tann bjartasti.
Í seinnu helvt av sekstiárunum vóru 110 evnaveikir, ella fjølbrekaðir føroyingar á stovni í Danmark, harav eini 80 á Rødbygaard. Søgan er tó skrivað sum ein sólskinssøga. Og minnir til tíðir um eina spenningssøgu. Tí høvundin Tórun Ellingsgaard hevur megnað at skapa ein sera livandi karm kring handlingina.

Sorgarleikurin í “Jana – Eitt Hjartabarn” er fyri stóran part, at nógv teirra, sum vórðu send á stovn í Danmark, ikki áttu at verið goymd burtur á slíkan ódámligan hátt. Við einum sindri av stuðli, høvdu nógv teirra klárað seg væl í Føroyum. Men, her vóru umstøðurnar ymiskar og fordómarnir stórir.
Lesarabrøv vitna um, at tað vóru føroyingar, sum hildu, at hesi fólkini ikki áttu at verða tikin heim aftur. Men, Jana var so heppin at hava foreldur, sum vildu gera tað, sum tey vóru ment fyri at geva henni ein góðan uppvøkstur her heima. Harvið skal ikki vera sagt, at onnur ikki gjørdu tað, tey vóru ment. Men, livikorini hjá hesum stovnsfólkunum vóru sera ymisk. Og mangan hevði familjan ikki ráð at ferðast til teirra, umframt at ferðasambandið var so sum so.

Jana - eitt hjartabarn er 248 bls. við myndum og kostar 349,- kr.

Lesið eisini brot úr ummælum >>



Orð og orðað

Forlagið Sprotanum hevur givið út bókina ”Orð og Orðað”. Tað er lærarin og orðasnillingurin Svenning Tausen, sum hevur skrivað.

Í viðmerkingunum til bókina, skrivar Svenning Tausen, at tað, sum í bókini stendur, er vorðið til á málfundum í Útvarpinum. Har hava starvsfólk saman við honum í fleiri ár hava havt orðamálsfundir í samband við fjølmiðlamálburð, sum málmaðurin kundi ynskt sær frægari. Tað er ikki bara málburðurin í útvarpi og sjónvarpi, men í Eisini ymiskt, sum staðið hevur í bløðunum, ið tikið er fram og síðani prátað um, hvussu tað kundu verði sagt rættari. Dømini, eru mong og fylla 185 síður í bókini. Tey vísa til vánaligt málbrúk, uttan tey leitiorð, ið skrivað eru við feitari, grovari, skrivt, sum vísa til gott málbrúk. Orðini ”byrja” ella ”byrja at” eru ofta sera klossut, og hevur Svenning skrivað fleiri síður, hvussu rættast er at seta slíkar setningar saman, so vit sleppa undan teimum. Tað sama er við orðum sum ”av”, ”luttaka” og eini rúgvu av øðrum orðum, sum vit vanliga vevja runt í. Harumframt hevur hann tikið dømi um nakrar vanligar orðabendingar við.

”Orð og Orðað” er 185 bls. og kostar 240 kr.


Tvøroyrar kirkja 1908 –2008

13 urgukoralir

Oddvør Johansen ummælir í Dimmalætting og sigur m.a.:
"Soleiðis er heitið á snotuligari bók, sum kemur í handlarnar í hesum døgum. Høvundurin er Jens Mortan Mortensen, urguleikari í Tvøroyrar og Hvalbiar kirkju.
Tað sjáldsama við hesi bók er, at hon bæði er myndabók, nótabók, lokalsøga og fløga við tónleiki, sum Jens Mortan sjálvur hevur skrivað og spælt inn. Perman er hugtakandi mynd av nýreistu kirkjuni fyri 100 árum síðani.
Í bókini eru nógvar áhugaverdar fotomyndir av Tvøroyri seinastu 100 árini, har greitt verður frá kirkju- og bygdarsøguni. Ein samandráttur á donskum og enskum ger bókina avbera henta hjá útlendingum.
Nótaprentið er lætt lesiligt, og tónleikurin á fløguni vísir, hvat vakra urgan á Tvøroyri megnar. Jens Mortan spælir tær trettan koralirnar vakurt.

Tvøroyrar kirkja 1908 –2008 er 47 bls. og kostar 200,- kr.


Snorra Edda og Vølsungasøga

Forlagið Sprotin hevur givið út Snorra Eddu og Vølsungasøgu út í týðing eftir Poul Vestergaard. Hann hevur eisini skrivað viðmerkingar.

Snorra Edda er 154 bls. og Vølsungasøga 162 bls. og tær kosta 240,- kr. hvør.