Nýggjar barnabøkur

Nýggjar barnabøkur frá bókadeildini >>
Ungdómsbókin: Uppi undir loftinum glógva stjørnurnar >>


Alexandur Kristiansen og Bárður Jákupsson
Lokki Litaval

Lokki Litaval efir Alexandur Kristiansen og Bárður Jákupsson er savn við 35 yrkingum eftir Alexandur Kristiansen og sum Bárður Jákupsson hevur myndprýtt.

Alexandur Kristiansen hevur síðani fyrsta yrkingasavn hansara Nón kom út í 1968 verið sera virkin rithøvundur. Innan barnabókmentir er hann serliga virdur sum skapari av skjaldrum/yrkingum fyri og um børn og aðrar smáar verur. Hann hevur fingið Barnabókaheiðursløn Tórshavnar Býráðs tvær ferðir, í 1983 og 2003.

Bókadeild Føroya Lærarafelags gav í 1992 út bókina Grísaflísapætur, sum er savn av skjaldrum fyri børn. Eisini hana hevur Bárður Jákupsson myndprýtt.

Savnið Lokki Litaval er eyðkent fyri sín serliga humor og í mun til Grísaflísapætur eru tekningarnar í hesum savninum allar í litum.

Har eru yrkingar um eitt ø, sum ikki er annað enn eitt o við eini striku, um at Í Havn er so oyðið við fisk summar tíðir, at menn hava bygt eitt virki við taki, har teir gera fiskar úr farsi og flaki. Eyðkent fyri hesar og mangar aðrar yrkingar í savninum er, at tær fortelja eina langa søgu. Alexandur fær eisini lív í sjálvt húsini:

Tey tosa um gardinur og um takrennur og hurðar
og um ta ungu mammuna, sum barni sínum rurar,
tey tosa um teir fuglarnar, sum millum teirra flúgva,
og um tey neyðars menniskju, sum ongastaðni búgva.

Bókin Lokki Litaval við 35 yrkingum er 39 síður og hon kostar 140 kr.

Bárður Oskarsson
Ein hundur, ein ketta og ein mús

Ein nýggjur barnabókahøvundur stígur fram í ár. Hann hevur í mong ár teknað til barnabøkur, men fyri fyrstu ferð eigur hann eisini orðini til tekningarnar.

Tað er Bárður Oskarsson, sum hevur skrivað bókina Ein hundur, ein ketta og ein mús. Ein rættiliga serstøk bók við sigandi tekningum.

Søgan er um teir tríggjar jassarnar hundin, kettuna og músina, ið keða seg. Okkurt er, sum ikki eigur at vera. Alt var nógv stuttligari fyrr, men tá ið músin slær hundin á halan við hamara, kemur vend í. Bókin er væl egnað til tey 4-7 ára gomlu.

Ein hundur, ein ketta og ein mús kostar 95 kr. í bókabúðunum.


Maud Heinesen og Hanni Bjartalíð
Likkulina og Likkudemus

Likkulina og Likkudemus eftir Maud Heinesen og Hanni Bjartalíð er onnur bókin eftir Maud Heinesen, sum Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur út í ár. Hin fyrra Eg skal hava ein hund, kom út í juni og var ætlað sum upplesingarbók fyri teimum 4- 7 ára gomlu.
Hendan er egnað til sama aldursbólk og er um lítla Jens Paula, sum er nógv saman við ommu og abba sínum, tá ið hann ikki er í barnagarði.

Hetta er ein hugtakandi søga um ein drong, í tryggum umhvørvi, saman við fólki sum eru góð við hann. Søgan er eisini um Likkulinu og Likkudemus, sum sjálvandi eru likkur, og sum sita tolnar á tekjuni uttan fyri húsini hjá ommu og abba lítla Jens Paula og bíða eftir mati, men søgan er meira enn tað, tí hesar likkurnar ferðast heilt til Spania og aftur og Jens Pauli og vinmaðurin Bjørn loysa bandið um beinið á einum skuri, og tá verður onkur illur.

Hanni Bjartalíð hevur myndprýtt søguna um Jens Paula og likkurnar við litføgrum tekningum av fólki og fæ.
Bókin er 31 síður, og hetta kostar 110 kr.