Jana - eitt hjartabarn
Brot úr ummælum
Jana var fødd ein summardag í 1966. Hon var fullborin, vigaði 7 pund, hevði
ljóst hár og blá eygu. Men skjótt varnaðust foreldrini, at okkurt bilti
henni.
Tað bar ikki til at fáa eygnasamband við hana. Helena og Hanus fingu boðini,
at Jana var menningartarnað, tá ið hon var fýra ár. Læknin segði eisini,at
tey kundu senda hana á Rødbygaard. Hetta vildu Helena og Hanus ikki.
Ivan Niclasen, programmleiðari í Sjónvarpinum:
"Ein hjartanemandi søga."
Finn í Puntabyrgi:
"Bókin er ómetaliga væl skrivað. Hon er løtt at lesa og
fangar eisini væl, so tá tú fyrst ert byrjaður, er tað sera ringt at sleppa
henni."
Karin Kjølbro:
"Bókin er trúgv ímóti tí sum fór fram fyri nógvum árum síðani
og lýsir tingini sum tey vóru." Karin Kjølbro arbeiddi sum sosialráðgevi og
tók stig til at stovna Javna í 1971.
Eyðun Joensen, sálafrøðingur:
"Talan er um grípandi, bersøgnan, hugvekjandi
og
samstundis væl frágingnan, sakligan lestur, sum fevnir um so mangt annað
viðkomandi
enn søguna um Janu, eldsálir, slóðbrótarar, umsorgan og ósvikaliga kærleika
næstringanna. Eg vænti og vóni, at bókin um Janu verður væl fagnað, nógv
lisin og
verður við til at kveikja vaksandi samhaldsfesti í okkum mongu, sum góðvarin
bara taka tað sum eina sjálvfylgju at sleppa snikkaleys gjøgnum lívið."