Skaldsøga
Bergtóra Hanusardóttir: Burtur Við Burtur eftir Bergtóru Hanusardóttir verður lesarin fyri fyrstu ferð í føroyskum bókmentum førdur inn í tað føroyska útisetalívið í Keypmannahavn soleiðis sum tað var í 60- og 70-árunum. M.a. ferðirnar oman á Tjaldrið og veitslurnar úti í Neystinum. Men fyrst og fremst varpar bókin ljós á teir krossvegir, har genta og drongur og heimlig og fremmand mentan umskarast. Burtur er hugtakandi, spennandi og fylt við neyvum eygleiðingum og vøkrum natúrlýsingum. Bókin er uttan iva høvuðsverkið higartil hjá Bergtóru Hanusardóttir. Mentunargrunnur Studentafelagsins gevur út. Burtur er 419 síður stór og kostar 299 kr.
Yrkingar
Tóroddur Poulsen: Hvat hevði Munch verið uttan dupultkvartettina í Ebenezer Hetta vakra yrkingasavnið er myndprýtt við grafikki eftir høvundan, sum sær sjálvur líkur gløgt spælir við orðum og týdningum. Hann hugsar um teir góðu gomlu dagarnar, tá ið myrkrið fjaraði burtur, tá ið tað lýsti, og spyr, um hann sjálvur og skuggin hava skift um pláss. Hóast dámurin mangan er skemtiligur, so er deyðin tíðum í nánd. Tóroddur Poulsen er royndur í skaldaleikum og svíkur heldur ikki heaferð. Frægari yrkingar finnast ikki í føroyskum bókmentum í dag.
Hvat hevði Munch verið uttan dupultkvartettina í Ebenezer er 116 síður og kostar 190 kr.
Yrkingar
Bergur Rønne Moberg: Á langbylgju Á langbylgju er fyrsta yrkingasavnið hjá høvundinum, sum í mong ár hevur verið kendur sum ummælari og greinskrivari
Yrkingarnar í Á langbylgju kunnu sum heild sigast at vera eksistentialistiskar og takast við teir stóru spurningarnar í tilveruni. Saknur og sorg um ta deyðu mammuna merkir fleiri tekstir, meðan aðrir siga frá tí deyða kuldanum mótvegis tí livandi hitanum. Og so er tað sonurin, sum við sínum eygleiðingum sær.
Blaðsíður: 72
Útgevari: Mentunargrunnur Studentafelagsins
kr. 130,-
Útvarpsleikur
Steinbjørn B. Jacobsen: Soleiðis er Útvarpsleikurin Soleiðis er varð skrivaður í 2002 og kemur nú út í bók. Høvundurin hevur skrivað og givið út fleiri leikir. Høvundurin heldur, at tað - nú útvarpsleikir ikki verða sendir longur - væl ber til at lesa leikir. Soleiðis er fer fram í nútíðini, men nertir eisini við æviga evnið, deyðan.
Soleiðis er er 60 síður og kostar 80 kr. |