Yrkingar og songfløga

Martin Joensen: Lat meg goyma teg

Í Lat meg goyma teg hevur Martin Joensen savnað yrkingar/sangir, tekningar, málningar og løg, sum eru fest á blað ella spæld inn á fløgu frá 1970 til 2006.

Martin Joensen hevur ein langa karrieru í føroyskum tónleiki, fyrst og fremst sum vísusangari ella singer/songwriter, sum tað eisini eitur. Svarti ravnur, Morgun og Trýssini, so vita vit, hvat vit tosa um.

Í hesu vøkru útgávuni eru yrkingar, og nótar við besifringum eru til nakrar av yrkingunum. Pauli Hansen hevur skrivað nótarnar. Fløga við nøkrum av kendastu sangunum fylgir eisini við útgávuni.

Lat meg goyma teg er 200 síður, og hon kostar 330,- kr. Forlagið Sprotin gevur út.


Skemt

Føroya stuttligastu

Forlagið Føroya Met hevur givið út Føroya stuttligastu borðhald í 2005 og 2006. Í 2006 eru upptøkurnar við Sands Sjónleikarafelag, Gøtu Sjónleikarafelag, Vága Sjónleikarafelag og Nólsoyar Sjónleikarafelag.

So um hýrurin er í botni, so er ikki neyðugt við øðrum heilivági enn hesum DVD'num.

Føroya stuttligastu kosta 198 kr.


Álvari

Carl Johan Jensen: September í bjørkum sum kanska eru bláar (FLØGA)

Tað sigst, at Carl Johan Jensen er góður upplesari, og tað kann nú roynast á hesi nýggju fløguni. Ein røð av spennandi yrkingum í vøkrum húsa, sum listamaðurin Anker Mortensen stendur fyri.

Tað eru Tutl og Sprotin, sum geva September í bjørkum sum kanska eru bláar út. Fløgan kostar 182,- kr.