Bókmentasøga

Jógvan Isaksen: Loystur úr fjøtrum. Um skaldskapin hjá Heðini Brú

Heðin Brú man enn sum áður vera Føroya mest lisna og umhildna skald. Tað finst valla mansbarn, sum ikki hevur lisið fleiri av hansara skaldsøgum og stuttsøgum, antin av eintingum, ella tí tekstirnir hava verið brúktir í undirvísing í skúlanum.
Og tey, sum hvørki hava lisið hann av egnum huga, ella tí lærarin hevur álagt teimum tað, eru kortini ikki sloppin undan at kunnast við stóran part av ritverkinum hjá honum, tí hann hevur verið so nógv lisin í útvarpinum. Hartil er "Feðgar á ferð" kosin at vera aldarinnar skaldsøga í føroyskum bókmentum.

Loystur úr fjøtrum er roynd at fara ígjøgnum skaldskapin hjá Heðini Brú við so einføldum amboðum, sum til ber.

Loystur úr fjøtrum er 250 síður og kostar 290 kr.
Útgevari er Mentunargrunnur Studentafelagsins.


Ævisøga

Absalon Absalonsen: Jóan Petur hjá Mouritsi

Bókin Jóan Petur hjá Mouritsi er søgan um rokskiparan Jóan Petur hjá Mouritsi, sum varð føddur í Vági 1894 og doyði umborð á Saksaberg undir Grønlandi í 1963. Hannvar trúgvandi maður.

Í bókini verður sagt frá nógvum áhugaverdum og sjáldsamum hendingum og nógvir persónar verða umrøddir. Dánjal hjá Mouritsi og Mourits hjá Jóan Peturi verða eisini umrøddir. Hópur av áhugaverdum veiðutølum, 735 persónar og 155 skip og bátar eru nevnd.

Jóan Petur hjá Mouritsi er 384 síður og kostar 360 kr.
Forlagið Løkur Lítli gevur út.






Ævi- og ítróttarsøga

Emil L. Jacobsen & Julian Johnsson: Føroyingurin úr Danmark

Millum tær nógvu bøkurnar, Sprotin hevur givið út í seinastuni, er hendan um professionella fótbóltsleikaran Julian Johnsson.

Í bókini verður sagt frá ítróttarlívi í Føroyum og í útlondum.
Vit hoyra um, hvussu tað er at vera partur av fótbóltsheiminum.

Julian greiðir eisini frá tíðini á landsliðnum og frá persónligum viðurskiftum, sum geva eina mynd av, hvussu tað er at liva sum yrkisleikari uttanlands, vit hoyra um góðar og minni góðar venjarar, umboðsmenn og feløg og um munin millum føroyskar og útlendskar fótbóltsspælarar.

Føroyingurin úr Danmark er 200 síður og kostar 296 kr.