Politikkur

Løgmansrøður 1986-2006

Tað ótrúðliga er ofta satt - í hvussu er hevur onkur hildið tað hava týdning at geva út eina røð av løgmansrøðum. Og talan er hóast alt um áhugavert søguligt keldutilfar.

Bókin inniheldur eina stutta innleiðandi grein um politiskar røður í ávísum londum og um røðu løgmans á ólavsøku. Eisini inniheldur greinin nakrar áhugaverdar spurningar í sambandi við løgmansrøður.

21 løgmansrøður eru endurgivnar í bókini.

Rúni Rasmussen hevur lagt hetta verkið tilrættis.

Løgmansrøður 1986-2006 er 415 síður og kostar 280 kr.
Útgevari er Føroyskt Lógarrit.




Frásagnir

John S. Myllhamar: Skakandi tilburðir

Fólk vita at siga frá tilburðum, tá ið tey sjálv ella onnur hava verið í lívsvanda, men har tey tó á løgnan hátt eru komin heilskapað burtur úr tí lívshættisligu støðu, tey vóru í.

Langt frá allar slíkar hendingar eru komnar út millum manna ella eru festar á blað. Fyri onkrum var hendingin so persónlig, at tey goymdu hana sum nakað, ið tey vildu hava fyri seg sjálvan.

John Myllhamar spyr, um tað var tilvildin, ið ráddi, ella var ein hægri hond við, tá ið fólk í einari neyðstøðu ella í einum tilburði, sum náttúrliga átti at verið teirra deyð, á løgnan hátt komu frá honum og alt endaði væl? Skakandi tilburðir er 136 síður og kostar 258 kr. Útgevari er Forlagið Føroya Met, og bókin er prýdd við nógvum og góðum myndum.






Fiskivinna í myndum

Maria Olsen, fotografur: Images of Fishermen

Maria Olsen hevur tikið ein hóp av myndum, sum lýsa fiskiskap í Norður Atlantshavi. Í bókini eru fleiri enn 200 myndir, sum Maria Olsen hevur tikið á túrum við fiskiskipum úr Føroyum, Íslandi, Grønlandi og Hetlandi. Bókin hvur listarligan, men eisini dokumentariskan dám. Umframt myndafrásagnir eftir Búa Tyril, er frágreiðing um føroysku fiskidagaskipanina í bókini, og hana hevur heimskendi fiskivinnuráðgevin Menakhem Ben-Yami skrivað.

Images of Fishermen er 388 síður og kostar 545 kr.
Útgevari er GlobalOne Press. Teksturin er á enskum.






Minnisrit

Sjálvstýrisflokkurin. 100 ára minnisrit

Í sambandi við at flokkurin er 100 ár í ár, hevur Sjálvstýrisflokkurin givið út minnisrit.
Í ritinum eru greinir um aktuell politisk viðurskifti, umframt brot úr søguni hjá flokkinum. Greitt verður frá hugsjónarliga grundarlagnum hjá flokkinum, og umrøður og myndir eru av teimum, sum hava umboðað flokkin á tingi og í landsstýri.

Eitt áhugavert íkast til aktuella politiska orðaskiftið.

Sjálvstýrisflokkurin. 100 ára minnisrit er 70 síður og kostar 50 kr.