Lukretia

Ólavur í Beiti rithøvundur og Sonni Jacobseneg hava samlað tilfarið, sum lá eftir Einar Petersen rithøvund sála úr Sørvági, saman í hesa bók. Har er bæði nýtt og eldri tilfar, m.a. seinasta skaldsøga Einars "Lukretia". Hesa søguna hevur Sonni skriva lidna. Bókin var nevniliga ikki heilt liðug, tá Einar andaðist.

Annars eru nakrar nýggjar stuttsøgur eftir Einar og hugleiðingar. Bøkurnar "Deyðin sendir apríl", "Nemesis á útoyggj" og "Alicia er horvin" vera eisini við í bindinum, sum verður 304 síður til støddar. Áðurnevndu bøkur hava leingi verið útseldar.
Hetta verk er komið í lag í samstarvi við arvingarnar eftir Einar. Forlagið Ytstifjóðringur gevur út.

Lukretia kostar 165 kr.



- der græder så mangen

Kári Petersen hevði upprunaliga ætlað at skriva eina filmsøgu til sjónvarpsframleiðslu. Men av tí at hann ikki væntaði, at filmurin fór at verða framleiddur í bræði, valdi høvundurin at skriva handritið umaftur, nú sum eina skaldsøgu.

Árið er 1989. Livandi havnargentan Eyð er bæði hørm og vónsvkin, tí drongur hennara, Kjartan, fyri mánaðum siðan mynstraði við einum Mærsk-báti, og Eyð hevur hvørki hoyrt orð ella eið frá honum. Hon velur sær tí annan drong, ein sdekmtingarsaman dana, sum siglir við Vædderen. Ta Jens er farin aftur til Danmarkar endurtøkur søgan seg, og Eyð fer aftan á honum til Danmarkar at finna hann.

Eyð fær tó ein skelk, og frættir eisini um óndskap, sum er gjørdur móti henni heima í Føroyum. Og so gongur søgan sína gongd.

Kári Petersen: - der græder så mangen er útkomin á egnum forlagi. Bókin er knappar 200 síður og kostar 198 kr.




Hjálpt úr neyð

Hjálpt úr neyð eftir Absalon Absalonsen er ein sera grípandi og væl samansett skaldsøga við støði í viðurskiftunum, sum valdaðu í Føroyum í 18. og 19. Øld. Við sínum kunnleika í søgu og viðurskiftum okkara bæði á sjógvi og landi, hevur tað eyðnast Absalon at flætta veruligar og tilhugsaðar hendingar inn í hugtakandi søgugongdina í bókini. Við ríku ímyndingarevnum sínum lýsir høvundurin umstøðurnar í oyggjum okkara hetta hendingaríka tíðarskeið í fátækdømi, armóð og hungursneyð eins og í gudsótta, næstrakærleika og gávumildi millum fólkið. Tú fært valla slept bókini, tá tú ert byrjaður at lesa, tí her møtir tú dramatikki, spenningi, romantikki, øvund, góðsku og sonnum kristindómi í gerandislívinum, sum fær teg bæði at gráta og grína.
Zakaris Zakariassen.

Í søguligum høpi varpar skaldsøgan ljós inn yvir jarðarlívið. Hin kristna trúgvin er lýst á ærligan og sannan hátt. Náði Guðs í trúnni á Jesus elur fram góða hugsan til gott verk at inna. Ein fløvandi hiti vellir úr skaldsins huga og skapar eina perlu millum kristnar bókmentir. Bókin kemur ikki einans at standa á hyllini, - hon er vorðin ein partur av mær sjálvum. Hon hitar mítt hjarta, styrkir mína trúgv og elur fram ta bøn, at eg mótvegis øðrum má vera eitt gott mennisja.
Jógvan Fríðriksson.

Absalon hevur lagt eitt framúrskarandi arbeiði úr hondum. Hetta er ein kærkomin søga. Hon sigur m.a. hvussu næstrakærleiki kann broyta tilveruna hjá fólki og vinna á tí ónda. Tann, sum fer í holt við hesa bókina, hevur ringt við at leggja hana frá sær, fyrr enn hon er liðug, so spennandi er hon. Ein frálík jólagáva.
Hanna Lisberg

Hjálpt úr neyð kostar 240 kr.