Krimisøga

Åsa Larsson: Sólstormur

Sólstormur er ein aktuell og spennandi krimisøga

Sólstormur eitur virðislønt og spennandi krimiskaldsøga eftir Åsu Larsson, sum forlagið Nýlendi hevur givið út. Bókin kom út á svenskum í 2003 og er týdd til 10 mál og verður nú gjørd til film. Hávetur valdar í Kiruna. Kavi og gellifrost. Meðan norðlýsið spælir sær á luftini, verður andaligi fyristøðumaðurin í nýggju Kraftkeldunnar kirkju, Viktor Strandgård, myrdur. "Sólstormur" er ein aktuell og spennandi krimisøga.

Fyri bókina fekk Åsa Larsson í 2003 svenska bókavirðisløn.

Åsa Larsson er løgfrøðingur, fødd í 1966. Umframt Sólstorm hevur hon eisini skrivað aðru skaldsøgu sína, "Det blod som spillts", sum hon eisini fekk svenska krimibókarvirðisløn fyri. Jákup í Skemmuni hevur týtt skaldsøguna úr svenskum, sum forlagið Nýlendi gevur út. Nordbok, Mentanargrunnur landsins og vælvildarfólk hava stuðlað útgávuni.

Sólstormur er 295 síður stór og kostar 199 kr.


Yrkingar

Tvey yrkingasøvn eftir T. N. Djurhuus

Forlagið Fragd hevur givið útaftur tvey av søvnunum eftir T. N. Djurhuus. Talan er um yrkingasavnið Og dansurin gongur og savnið við skemtiligu tættunum og vísunum.

Og dansurin gongur er 55 síður við myndúm og kostar 140,- kr. Tættir og vísur eftir Tongla-Tummas er 51 síður og kostar eisini 140,- kr.


Virðislønt skaldsøga

SJÓN: Skugga-Baldur

Skugga-Baldur eftir SJÓN (ið er Sigurjón Birgir Sigurðsson), sum vann Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri 2005, er longu týdd til ikki færri enn 11 tungumál. Bókin er lítil í vavi, men hon er bæði poetisk, forvitnislig og spennandi og hevur í sær nógvar bókmentaligar dygdir.

Dómsnevndin, sum gjørdi av, at Sjón skuldi hava Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins 2005 fyri Skugga-Baldur, sigur m.a. í viðmerkingum sínum: ”Skugga-Baldur javnvigar avbera væl á markinum millum poesi og prosa. Skaldsøgan vevur evni saman úr íslendskum søgnum, romantiskari frásøgulist og einari hugtakandi søgu, har nútíðarinnar etisku spurningar daga fram.”

Skugga-Baldur er 127 bls. og kostar 125 kr. Forlagið Nýlendi.



Krimisøgur

Gunnar Staalesen: Kvinnan í køliskápinum

Sprotin hevur givið fleiri bøkur út í seinastuni. Millum hesar er er krimisøgan ”Kvinnan í køliskápinum”, sum norðmaðurin Gunnar Staalesen hevur skrivað og Hugin Eide umsett.

Ein spennandi bók, har rithøvundin ger nógv burturúr at greiða frá, hvussu alt sær út, næstan hvørt nikk og prikk, umhvørvið verður lýst út í æsir, so vit rættiliga kunnu liva okkum inn í spennandi søgugongdina. Mamma Arna, frú Samuelsen, er farin at stúra fyri, hvat kann vera hent soninum.

Kvinnan í køliskápinum er 192 bls. og kostar 198 kr.









Virðislønt skaldsøga

Per Petterson: Út at stjala ross

Sjáldan hava ummælarar og lesarar verið so samdir, sum tá ið norska skaldsøgan »Út at stjala ross« eftir Per Petterson kom út í 2003.

Frammanundan var hann høgt virdur rithøvundur, men við nýggju skaldsøguni fekk hann ikki bara báðar tær tyngstu bókmentavirðislønirnar í Noregi, men vann sær eisini viðurkenning víða hvar sum ein av bestu rithøvundunum í Norðurlondum. Tí sum norski rithøvundurin Knut Faldbakken segði í ummæli sínun í VG: »Skaldsøgan »Út at stjala ross« er longu frá titlinum ein gimsteinur av einari bók, fjálg, duldarfull, sjarmerandi, jarðbundin og realistisk, um eitt tragiskt og djúpt álvarsamt tema... Hetta er av sonnum eitt stórfingið avrik. Ein óvanliga hugfangandi og ríkandi lesiuppliving. 6 stjørnur!«

Út at stjala ross, sum snýr seg um at missa, búnast, um svik, orðaleysan kærleika og óvæntaðar loysnir, er 250 blaðsíður. Bókin er sett hjá BookPartnerMedia og prentað hjá Nørhaven Book A/S. Nordbok og Mentanargrunnur Landsins hava stuðlað útgávuni. Jákup í Skemmuni hevur týtt skaldsøguna úr norskum, og kápuna hevur Egil Haraldsen gjørt. "Út at stjala ross" fæst í øllum bókasølum. fyri 210 krónur.