Nýggjur skaldskapur

Yrkingar
Oddfríur Marni Rasmussen hevur givið út nýtt yrkingasavn við tittlinum Yrkingar. Í savninum eru næstan 30 yrkingar, summar stuttar og aðrar meiri at líkna við prosayrkingar. Hetta eru surrealistiskar yrkingar, ið nerta við nútímans ekstientiellu korini.
Yrkingar er 59 síður og kostar 120 kr. Mentunargrunnur Studentafelagsins gevur út.

Á heima-vígvøllinum
Forlagið Nýlendi hevur givið út skaldsøguna Á heima-vígvøllinum eftir finska skaldið Kari Hotakainen.
Matti Virtanen, navnið hjá høvuðspersóninum í bókini, er vanligasta navnið í Finlandi, men tann Matti, vit møta í hesi bókini, gerst ein púra óvanligur maður. Vanliga ein hampaðamur, men einaferð misti hann tamarhaldið og konu og fimm ára gomlu dóttrina.
At fáa konuna aftur er ikki bara sum at siga tað. Hon skal sjálvandi lokkast við tí, sum hon setir hægsta prís á: eini hugnalig sethús í staðin fyri háhúsaíbúðina, tey hava búð í.
Og húsini vil Matti hava, sjálv um eigarin av hesum ávísu húsunum ikki er til reiðar at selja. Tí nú stendur sjálvt lívið, hjúnalagið, upp á spæl.
Kari Hotakainen fekk bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins í 2004.
Á heima-vígvøllinum 297 síður og kostar 199 kr.

Nýtt yrkingasavn

Kodakmyndir frá sjeytiárunum
Yrkingar eftir Kim Simonsen

Kodakmyndir Høvundurin er seinnu árini vorðin ein av okkara virknastu viðmerkjarum og ummælarum. Hann hevur fyri hálvum øðrum ári síðani givið savn av greinum út, Dreymar um opin vindeygu, har serliga tjóðskaparrørslan varð húðflongd. Harumframt hevur hann tikist dyggiliga við leiklutin hjá tí intellektuella í Føroyum í dag.
Nú letur Kim Simonsen yrkingasavnið Kodakmyndir frá sjeytiárunum frá sær, har hann roynir at vísa, at tað finst onnur yrking enn tann postmoderna, sum hann sigur t.d. Tórodd Poulsen umboða.

Kim Simonsen vil satsa upp á patos, tað erliga og realismu. Hann trýr upp á ein vakurleikaestetikk í framtíðini, at hesin fer at taka seg fram, og at postmodernisman og hennara fragmenteraða lyndi vil víkja. Høvundurin stendur somuleiðis mótsett mongum øðrum uppá, at outsidarin ikki er ein klisjé, men nettup er tann gløggskygni eygleiðarin. Fyrimyndir eru høvundar sum Gunnar Ekelöf, Thomas Tranströmer og Henrik Nordbrandt. Í Føroyum eru Rói Patursson og Jóanes Nielsen ivaleyst teir, sum standa høvundanum næstir.
Av temum í yrkingunum kunnu nevnast stórbýurin, útlegdin, hin ferðandi og fremmandagerðin av tí einstaka. Projektið er modernað, men eisini poetologiskt, soleiðis at tað vónar at skapa ein møguleika fyri sentrallyrikki í Føroyum. Kodakmyndir frá sjeytiárunum er prentað og innbundin á Føroya Prent.Savnið er 41 síður, sigur Mentunargrunnur Studentafelagsins, sum gevur yrkingasavnið út.