Greina- og søgusavn

Gávur skulu rindast aftur

Firouz Gaini hevur givið út bók við greinum og søgum. Fleiri av greinunum hava áður staðið á prenti í bløðunum. Í greinunum tekur Firouz upp evni úr gerandisdegnum og lýsir tey í mentanarligum karmi.Søgurnar eru viðhvørt skemtiligar, stundum melankolskar, stundum lýsa tær iva og manglandi áhuga fyri nøkrum sum helst. Eisini siga søgurnar frá um børn hjá teimum, sum liva hvørt sær, og tann sakn, sum foreldur og børn kunnu koma at kenna.

Firouz er antropologur, so tað skrivar hann eisini um. Serliga áhugaverd er greinin um gávur, sum skulu rindast aftur.
Í antropologiskum ljósi hava gávur og hendingar ofta til endamáls at skapa relatiónir og bindingar millum menniskju.
Ein áhugaverd bók, sum Mentunargrunnur Studentafelagsins gevur út.
Gávur skulu rindast aftur kostar 190 kr.


Nýtt yrkingasavn

Spei og álvari frá Tóroddi

Tóroddur Poulsen hevur júst givið út yrkingasavnið Morgunbókin, sum hóast tað er skrivað á morgni, eisini kann lesast á kvøldi.

Við vanligum spei og skemti ger høvundurin myndir í huganum á lesaranum, sum bæði fáa hann at smílka og hugsa seg um. Til dømis

ð.dk:

www.edderikkitil.fo
www.cerhorvid.fo
www.skulameistari.fo
www.dupultvertrifalttil.fo
www.zsvevur.fo
www.xerfremmant.fo

Álvari og hugleiðingar um lív og deyða og uppvøkstur hjá mannabarninum eru ein tráður í savninum. Somuleiðis er fitt av bókmentaligum og filosofiskum tilsipingum í yrkingunum. Høvundurin hevur sjálvur gjørt permuna og tekningarnar, sum eru í savninum.

Morgunbókin er 102 síður. Mentunargrunnur Studentafelagsins gevur út, og bókin kostar 160 kr.


Klassikari

Ivan Turgenjev: Fedrar og synir

Í bókini Fedrar og synir kom Ivan Turgenjev við nýggja orðinum 'nihilistur'. Við bókini vildi hann lýsa russiska samfelagið mitt í 1800-talinum, har fedrarnir og synirnir umboðaðu tvær heilt ymiskar áskoðanir á samfelagið. Tað gamla klassasamfelagið móti tí nýggja nihilistiska og skilbundna.

Fedrar og synir er ein klassikari, har tað nýggja ættarliðið ger upp við tað gamla, ikki júst við harðskapi, men við einum nýggjum hátti at liva og at hugsa.

Tað er forlagið Hemlið, sum gevur hesa bókina út, sum kostar 240 kr.


Yrkingasavn

Christian Fróði Djurhuus: betwixed

Christian Fróði Djurhuus hevur givið út yrkingasavn við heitinum betwixed. Í savninum eru einar tjúgu yrkingar um at síggja og uppliva ella ikki síggja og uppliva.
Myndamálið í hesum yrkingasavninum er sermerkt uttan tó at vera slóðbrótandi, t.d. í yrkingini heyst og eyga

leyvið følnað sum døkkur
sinnismunur,
setur at hjartanum ljósið.

tegir minnið sum deyður hundur.

gorranin í berginum;
sólarljós inst við sálina uttanfyri;
soleiðis syngur eyga.

betwixed er 32 síður og kostar 70 kr.

Glansbílætasamlararnir

Jóanes Nielsen

Nýggja skaldsøgan hjá Jóanesi Nielsen er ein frásøgn um eitt ættarlið, árgang 52 á Sankta Frants Skúla, fimm dreingir, sum allir fáa ein heldur óvanligan deyða, ein slerdi út í Grønlandi, ein verður funnin deyður í Keypmannahavn, ein verður dripin og ein doyr av sjúku, sum tað er forboðið at doyggja av í Føroyum. Tann fimti Djalli doyði longu fimm ára gamal av menngitis.

So ein vissur dámur av óhepnari lagnu liggur yvir hesi nýggju skaldsøguni, sum er ein beinrakin, men eisini bersøgin lýsing av Føroyum í 50-60-árunum.
Allir teir fimm búgva á Landavegnum í Havn, eisini høvuðspersónurin Kári, sum sigur søguna um glansbílætasamlararnar, sum tíðin fór so illa við.

Upp á spurningin, um talan er um eina fjalda ævisøgu, sigur høvundurin í Sosialinum:

- Tað er rætt, at søgan um teir tekur støði í árgangi 52 á Sankta Frans Skúla, har eg sjálvur gekk. Og tað er eisini rætt, at fleiri av dreingjunum doyðu á ungum árum uppá ein sjáldsama dramatiskan máta ella gingu til grundar, tí teir ikki rættiliga kláraðu at liva. Tað er lopfjølin til skaldsøguna, men har frá eru bæði teir og hendingarnar í bókini fiktivar. At eg valdi teir kemst av, at teir saman skapa eitt breitt fundament, sum gav mær møguleika at koma víða um í eini lýsing av hasum tíðarskeiðinum og hasi síðuni av lívinum. Ambitiónin hevur also ikki verið at gera ein ultimativan tvørskurð av tí føroysku psykuni. Søgan um glansbílætasamlararnar er bara ein partur av sannleikanum um, hvussu lívið hjá summum av okkum kann laga seg.

Skaldsøgan Glansbílætasamlararnir eigur tað í sær, sum kann gera hana til eina sanna tíðarmynd í ætt við teir gomlu sjangrumálningarnar í farnari tíð. Ein spegil, sum ikki altíð sigur, hvør er vakrast í landinum her.

Mentunargrunnur Studentafelagsins gevur út. Bókin kostar 250 kr.


Krimisøga

Nýggj krimisøga eftir Jógvan Isaksen

Jógvan Isaksen hevur givið út nýggju krimisøguna Krossmessa, ið er triðja bókin um Hannis Martinsson

Tá ið tvey ung, bretsk umhvørvisfólk verða funnin deyð millum hvalirnar á oljukaiini í Havn, fær tað fe­­lagsskapir um allan heim at fara í hernað móti Føroyum. Hannis Martinsson verður biðin um at finna út av, hvør ið hevur dripið tey ungu. Hann tekur treyðugt ímóti avbjóðingini, sum eisini vísir seg at vera væl meiri vandamikil, enn hann hevði roknað við. Umframt at vera krimisøga roynir Krossmessa at gera eina løtumynd av føroyska samfelagnum, og vísa, hvussu viðbreknar Føroyar eru í alheims høpi, tá ið tað snýr seg um grindadráp.

Tað er Mentanargrunnur Studenta­felagsins, sum gevur bókina út, og hon kostar 250 kr.


Er alt lagna ella tilvild

Vida Højgaard: Mørk

Mørk er nýggj skaldsøga um gentuna Lív, sum er úr eini lítlari, føroyskari bygd. Tað er Vida Højgaard, sum hevur skrivað søguna um evnaríku, men viðkvomu gentuna, sum á ungum aldri lærir tilveruna at kenna frá eini døkkari síðu. Hon er merkt, og í bókini verður spurningur settur við, í hvussu stóran mun vit sjálvi eru før fyri at mynda lív okkara.

Er alt lagna ella tilvild, og er sostatt alt stríð okkara at stýra eftir eini skilagóðari kós til fánýtis? Bókin er ein hjartanemandi, lívsjáttandi frásøgn um vanlig menniskju og leitan teirra eftir eydnu og tilverugrundarlagi, um viðrák og mótrák og um at fóta sær í einum heimi, sum alsamt broytist.

Tað er Mentunargrunnur Studentafelagsins, sum gevur bókina út. Hon er 180 síður og kostar 220 kr.


Dagny Joensen: Hvirlan

Kvinnulagnur í skaldsøgu

Nýggja skaldsøgan hjá Dagny Joensen Hvirlan sigur frá kvinnulagnum í føroyska samfelagnum frá undan seinna heimsbardaga og til í dag.

Í Sosialinum skrivar ummælarin m.a.:

Skaldsøgan byrjar í besta ræðusøgustíli. Ein ógvuslig hvirla skræðir úthurðina í huldukenda húsinum hjá gomlu Onnu upp á víðan vegg. Súmbolikkurin er tættur frá byrjan. Stríðið hjá gomlu Onnu at fáa hurðina aftur verður ímyndin av royndunum at tiga sannleikan um lagnuna hjá Onnu í hel. Men beint sum Anna hevur fingið hurðina aftur, sær hon eina unga gentu standa pinnastilla úti á bønum og eygleiða seg. Hóast Anna ongantíð hevur sæð gentuna fyrr, fær hon alt fyri eitt eina óunniliga kenslu av einum serligum sambandi teirra millum. Hesuferð letur Anna sjálv hurðina upp og letur gentuna koma inn. Og harvið eru dyrnar settar á glopp, so stóra loyndarmálið um barnið hjá Onnu kann byrja ...

Fýra kvinnur og trý ættlarlið skulu til, áðrenn seinasta pettið í stóra puslispælinum liggur, sum tað skal. Á ferðini hartil fáa vit eina til tíðir sera beinrakna lýsing av lagnum og lívi í føroyska samfelagnum, har burturtigingin ofta er eitt lívskor.

Skaldsliga verður ikki stílað høgt í Hvirluni. Hetta ein fólkslig ræðusøga, sum spælir á streingir, vit kenna best frá lættisoppabókum, har søgan sjálv svarar spurningunum heldur enn at bjóða hugflognum ella intellektinum hjá lesaranum av.

Bygnaðarliga hevur høvundurin betri tak á síni søgu. Rútman er jøvn, og sum heild ferðast lesarin nátúrliga saman við frásøgufólkinum inn og út úr ættarliðum og lagnum.

Mentunargrunnur Studentafelagsins gevur út. Hvirlan kostar 220 kr.