Alnetið

Ólavur í Beiti: Tjatt

Í hesi bókini viðger Ólavur í Beiti, sum í mongu skaldsøgu- og stuttsøgusøgusøvnum og ritroyndum sínum hevur viðgjørt ymsar tilveruligar spurningar, dating-fyribrigið. Fríggj á alenitnum hevur sín heilt egna stíl og kan enntá føra til hjúnaband. Ólavur í Beiti mælir tó til at vísa varsemi, tí »ikki er alt gull, ið glitrar«. Onkur er lumpaður, sigur hann í samrøðu við Dimmalætting.

Bókin »Tjatt« er eitt spennandi íkast til eitt nýtt sosialt fyribrigdi, sum lítið hevur verið vigjørt higartil á føroyskum.
Bókin er 142 síður og kostar 170 kr. Forlagið hjá Ólavi Grønhólmur gevur út.






Náðisólin

Kim Simonsen: Náðisólin

Náðisólin er annað yrkingasavnið hjá Kim Simonsen. Í fjør gav hann út savnið »Kodakmyndir frá sjeytiárunum«.
Nýggja bókin kallað Náðisólin, er í fimm pørtum, har teir tríggir eru stórar elegiskar langyrkingar, ið metapoetiskt snúgva seg um okkara tíð, um mál og um at skriva í dag. Savnið vendir sær móti minninum, málinum, trúarligum symbolum og heimstaðinum, har formurin partvíst er bæði fenomenologiskt sansandi og av og á støkkprosakendur. Innihaldi er av og á merkt av sorgblíðni, politikki og humor.
Partanir eru ymiskir, men eisini samansettir sum ein samrøða millum partanar. Í savninum eru ymiskir yrkingarformar, bæði klassiskar sentrallyriskar, meiri abstraktar og minimalistiskar yrkingar, har týdningar fragmenterast, men við íslett av glimtum av ljósi og mystikki.
Bókin Náðisólin er uppbygd sum ein krevjandi fortættað tematisk umferð av evnum, ið fænomenologiskt arbeiða seg um tað ósagda, tað ósigiliga og kennir til sína egnu kreppu í hesum arbeiðinum. Kreppan, ið er at siga okkurt í okkara tíð, at fáa bókmentir aftur, ið viðgerða hvussu tað er at vera eitt menniskja í okkara tíð, við hóttanum og hvussu lyrikkurin kann koma yvir sína umboðanarkreppu í mun til postmodernaða skeiðið, ið er brátt farið.
Yrkingarnar, ið ikki eru ein vanlig forteljandi langyrking, ei heldur púra ymiskar, hangsa saman, tí savnið er eitt laboratorium og ein verksmiða fyri tankan, har ferðin gongur yvir metapoesi, poetikk og málheimspeki og leiklutin sum trúgv hevur í dag í einum sekulerum heimi.
Savnið Náðisólin er 91 síður og kostar 140 kr.


Trøllasøgur

Rolf Lidberg: Tvey forlipt

Forlagið Nýlendi hevur givið út enn eina av trøllasøgunum hjá svianum Rolf Lidberg. Robert Alsterblad skrivaði tekstin til hesa útgávuna.

Hetta er hugtakandi bók til bæði vaksin og børn.

Tvey forlipt er søgan um trølladrongin Gestur og trøllagentuna Gyðju, sum gerast so forlipt, at tey fáa ikki eyguni av hvørjum øðrum. Skjótt fara øll í Trølladali at stákast til brúdleypið hjá teimum báðum, og áðren langt um líður er eitt lítið trøllabarn er á veg …

Jákup í Skemmuni týddi. Bókin er 28 síður og kostar kr. 95,-.


Nýtt yrkingasavn

Christian Andreasen: Heart broke believe

Savn av føroyskum og religiøsum og kærleiksyrkingum á enskum. Flestu yrkingarnar eru einfaldar, men onkur rættiliga beinrakin inn ímillum.
T.d. hetta ørindið:

Been writing since I was small
my hopes and believes are big
been told, this is my talent
I know this is my God given gift
I plan on getting far
I'm not musical but I will be a star
Hollywood ain't much to me
but I'll live there someday
maybe I'll start in london
might as well work along the way.

Egið forlag, 75 síður, kr. 100,-.