Kvæðini

Sólfinn Hansen: Endurreisn Kvæðanna

Bókin kann býtast í tveir høvuðspartar. Søguliga baksýnið og kvæðanna innaru eyðkenni seta fram eitt ástøði um, hvussu kvæðini komu higar til lands, og hvussu skaldskaparformurin er uppbygdur. Kvæðanna ytru eyðkenni og mótstøða mótvegis kvæðunum tæna at seta kvæðini í eitt størri mentanarligt høpi og at lýsa hvussu kvæðini hava hórað undan, hóast kapping við onnur skaldskaparsløg og beinleiðis mótstøðu. Bókin er upprunalig høvuðsritgerð til cand.phil.-prógv á Føroyamálsdeildini.

Sólfinn Hansen er 2003 útbúgvin cand. mag. í norðurlendskum, serliga føroyskum máli og bókmentum sum høvuðsgrein og søguvísindum sum hjágrein, og bachelor í stjórnmálafrøði. Í løtuni starvast hann sum Ph.D.-stipendiatur í skaldskaparvísind á Føroyamálsdeildini við verkætlan um føroyska kvæðamentan.

Bókin er áhugaverd at lesa og nágreinilig í sínum viðgerðum og endurgávum av søguligum niðurstøðum. Høvundurin ger eftir hvønn partin eina dygga samanfatan.Greitt og nýorðandi verða niðurstøðurnar tiknar ígjøgnum. Ein framúr problematisering av, hvussu tað ber til, at kvæðini ikki vilja seta seg á aftasta bonk í føroyskari mentan. ( - úr metingini av ritgerðini)

Bókin fæst til keyps í bókabúðunum og kostar kr. 140,-.


Frændafundur

Bókin Frændafundur 5 er útkomin. Innihaldið í bókini er teir fyrilestrar, sum vórðu hildnir í Reykjavík 19. og 20. juni í 2004.

Tað vóru Heimspekideild Háskóla Íslands og Fróðskaparsetur Føroya, sum skipaðu fyri hesi ráðstevnu, sum var tann fimta ráðstevnan í hesi røðini. Tær verða hildnar til skiftis í hesum báðum londum. Meginparturin av fyrilestrunum, sum verða fluttir á tílíkum ráðstevnum, hevur støði í rannsóknum, sum granskarar í báðum londunum hvør í sínum lagi fáast við.

Evnini, sum fyrilestrarnir í hesi bók snúgva seg um, eru fjølbroytt, t.d. trúarmál, søga, landbúnaður, bókmentir og alnetið. Flestu evnini eru sædd bæði úr einum íslendskum og føroyskum sjónarhorni. Enskur samandráttur er síðst í hvørji grein. Ritstjórnað bókina hava Magnús Snædal og Anfinnur Johansen.

Bókin fæst í bókabúðunum fyri kr. 225,-. Háskólaútgáfan, 2006.


Tá ið søgan byrjar á staðnum

Bergur Rønne Moberg

Tá ið søgan byrjar á staðnum eru greinir um mentan og modernitet, mýtu og bókmentir

Savnið er eitt íkast til kjakið um tjóðskap, alheimsgerð, fjølmiðlar, vælferð, innflytarapolitikk, upplýsing, sekularisering, metafýsikk, skaldskaparfrøði, bókmentasøgugransking og bíbliutulking. Í hesum sambandi verða føroysk viðurskifti sett í eitt altjóða og eitt almenntmenniskjaligt høpi.

Mentunargrunnur Studentafelagsins, 273 síður, kr. 260,-.