Bók um føroyskan heilsupolitikk í 150 ár

Beinta í Jákupsstovu: Kunnskap og makt

Ein bók um føroyska heilsupolitikkin seinastu 150 árini er útkomin á Forlagnum Fróðskapur. Bókin, ið ber heitið Kunnskap og makt lýsir hugburðin í føroyskum heilsupolitikki frá fyrst í 19. øld og fram til heimastýristíðina. Sambandið millum kunnskap og makt er knýtt at hugsunarhátti heldur enn persónum.

Viðgerðin byggir millum annað á greinir og frágreiðingar, sum læknar hava skrivað um føroysk heilsuviðurskifti í læknatíðarritum og fyri donsku heilsumyndugleikarnar. Ymiskir tættir í føroyskari heilsupolitiskari søgu verða lýstir, teirra millum framvøksturin av kommunlæknaskipanini og av sjúkrakassum.

Bókin er 446 síður long og býtt upp í 13 kapittul. Harumframt er ein skrá yvir allar kommunulæknar fram til 1950. Bókin kostar 290 krónur í bókahandlunum.








Sambandsflokkurin 100 ár

Sambandsflokkurin hátíðarheldur 100 ára stovningardag. Flokkurin varð stovnaður á ólavsøku 1906, tá tólv løgtingsmenn saman við próstinum, sum embætis vegna hevði fast sæti á tingi, skipaðu seg í tingbólk. 18. august s.á. boða teir frá hesum í Dimmalætting.

Tingbólkurin nevnir seg »Sambandsmenn«. Og lýst verður ein stuttorðað stevnuskrá, sum leggur dent á at varðveita ríkisfelagsskapin við Danmark og at mennna Føroyar búskaparliga og vinnuliga.

Í sambandi við hundrað ára stovningardagin gevur Sambandsflokkurn út minnisritið »Sambandsflokkurin í 100 ár«. Bókin er 438 síður við hundraðtals myndum. Skrivað hevur Anja Andreasen, cand. phil. í søgu. Hetta er slóðbrótandi arbeiði, hon hevur greitt úr hondum, tí tað er fyrstu ferð, at nakar einstakur politiskur flokkur í Føroyum fær søgu sína givna út í bók – einum vísindaligum heildarverki.

Sambandsflokkurin í 100 ár er 438 síður við myndum og kostar 298.- kr.






Turið Sigurðardóttir heiðrað við heiðursriti

Forlagið Fróðskapur hevur givið út heiðursritið Bókmentaljós. Bókin er heilsa til Turið Sigurðardóttir, bókmentafrøðing og lektara á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetrinum í sambandi við, at hon fyllir 60.

Bókmentaljós er greinasavn við yrkingum og greinum um bókmentir, mál og mentan. Skrivað hava yrkjarar og bókmentafrøðingar úr øllum Europa og USA, tískil eru summar greinir á enskum, ein er á týskum, nakrar á íslendskum, donskum, norskum og svenskum, men flestar eru á føroyskum. Umframt allar greinirnar og yrkingarnar hevur ritstjórnin fingið tað, sum Turið Sigurðardóttir sjálv hevur skrivað, skipað í eina ritskrá.

Lagt til rættis hava Malan Marnersdóttir, Dagný Kristjánsdóttir, Leyvoy Joensen og Anfinnur Johansen.

Bókin er 411 síður og kostar 340 krónur.