Nýútkomið...     Glámlýsi >>     Fiskimenn >>

Tónleikur

Blómubros

Blómubros

Løg fyri floytu

Føroya Skúlabókagrunnur hevur givið út Blómubros, ið er savn við føroyskum løgum skrivað niður á nótablað og løgd til rættis fyri floytu. Andrea Heindriksdóttir, lærari í floytu í musikkskúlaskipanini, hevur lagt heftið til rættis. Blómubros er fyrst og fremst ætlað til tónleika-undirvísingina í musikkskúlaskipanini. Vónin er, at lítla lagasavnið verður góður stuðul í dagligu undirvísingini og til framførslur.

Útlendskar ljóðførisskúlar umfata barnasangir og fólkaløg úr upprunalandinum. Ofta verður svenskt, danskt og enskt tilfar nýtt í musikkskúlaskipanini. Føroysk børn venja seg tí frá byrjan við ein "fremmandan tóna". Við nýggja heftinum fáa føroysk børn høvi at venja seg við "føroyskan tóna", sum vit serliga hoyra í skjaldrum, kvæðaløgum og sálmum.

Í Blómubros eru 26 løg. Løgini umboða ymsar partar av føroyskari sangmentan. Her eru skjaldur, kvæða- og vísuløg, eldri og yngri barnasangir og nøkur gomul føroysk sálmaløg - kingoløg. Løgini eru í summum førum skrivað í tveimum tónasløgum, fyri næmingar á byrjanarstøði og fyri næmingar, ið hava ein ávísan førleika. Eisini eru fleiri løg løgd til rættis fyri 3 floytur, og upp aftur onnur hava klaverfylgispæl, sum klavernæmingar, ið eru komnir nakað ávegis, eru førir fyri at spæla. Sangtekstirnir eru prentaðir aftast í heftinum.

Atli K. Petersen hevur skrivað nótarnar. Astrid MacDonald hevur myndprýtt heftið.

Blómubros er 46 blaðsíður og kostar 98 krónur. Lítla lagasavnið fæst í bóka- og tónleikabúðum um alt landið.


Tónlæra
Hans Henning Christiansen
Tónlæra 1 -4

Týðari:Kári Bæk Tekningar:Bárður Oskarsson

Høvuðstættirnir í tónleikafrálæruni í fólkaskúlanum eru sangur, samanspæl, rørsla og tónlæra.

Tónlæra 1, 2, 3 og 4 byggja á ta hugsan, at tað at arbeiða vitvíst og skapandi við tónleiki hevur stóran týdning fyri tónleikamenningina hjá næminginum, og at tónleikur fyrst og fremst er felagsíðkan - samanspæl.. Ljóðførini,sum verða nýtt, eru rimaspøl, t.e.klokkuspøl, metalofonir og xylofonir, sum nógvir skúlar munnu eiga og eru annars ikki so kostnaðarmikil at keypa. Hvør næmingur skal helst hava sítt ljóðføri.Í Tónlæru 4 verða ljómborð og el-bassur tikin við í samanspælið.

Innihaldið í Tónlæru 1 og 2 er m.a.at smíða løg, leggja til rættis og at improvisera. Tónatilfarið,sum nýtt verður,er avmarkað,at løgini ikki skulu verða ov torfør at spæla. Við at nýta eitt avmarkað tónatilfar ber betur til at leggja dent á at arbeiða við klangi og dýnamikki,leggja løgini til rættis fyri tey ymisku ljóðførini og at improvisera.

Í læraravegleiðingunum, sum eru til hvørt næmingahefti,eru arbeiðshættir og hugskot til hvørja næmingasíðu, og til Tónlæru 1,2 og 3 eru fløgur við fylgispølum til allar venjingar og øll løgini. Fløgan er sostatt eitt sera hent amboð hjá læraranum at hava.Í staðin fyri at vera bundin av at spæla undir kann lærarin ganga um og hjálpa næmingunum í samanspælinum. Eisini eru ljóð til ymsar uppgávur á fløguni at lurta eftir.
Tónlæra 1 og 2 kunnu verða brúktar í 1.-3.flokki.

Í Tónlæru 3 (til 3.ella 4.flokk) verður nótaskipanin viðgjørd við tónanøvnum, einføldum nótavirðum og taktsløgum, men annars byggir hon á tað, sum er nortið við í Tónlæru 1 og 2: lagsmíð, at leggja til rættis og at improvisera.

Tónlæra 4 (til 4.ella 5.flokk)er í 4 pørtum:
1. um løg,sum eru sett saman av ostinatum ella sekvensum
2. um akkordir,har nortið verður við,hvussu vit seta røttu akkordina á rætta stað. Ljómborð verður tikið við í samanspælið. Á innsíðuni á permuni er prentað eitt venjiljómborð.
3. um at spæla bassguitar, har roynt verður við grundtónabassi og veksilbassi. Bassgrípibrettið er prentað á innsíðuni á permuni, so næmingarnir kunnu venja at seta fingrar á rætta stað.
4. løg til samanspæl, har vit spæla lag, akkordir og bass.

P-fakskipan
Tónlæruheftini eru væl egnað í skúlum, har tónleikatímarnir eru skipaðir í p-fak.
Tá hava næmingarnir í minni bólkum høvið at hava tónleik fleiri tímar um vikuna í eitt styttri tíðarskeið.
Tá ber ikki so væl til at siga, á hvørjum floksstigi heftini eiga at verða nýtt. Byrjar p-fakskipanin í 3.flokki,so er bara at byrja við Tónlæru 1 (2)tá.

Bókarøðin kann keypast frá Bókamiðsøluni og frá bókabúðunum.
Prísurin er:
Næmingaheftini 1, 2, 3 og 4 kosta 32,00 kr.
Læraravegleiðing (við fløgu) 200,00 kr.
Læraravegleiðing 4 (uttan fløgu) 50,00 kr.