Nýútkomið...     Aðrar nýggjar skúlabøkur >>

Støddfrøði

Skygni 9

Skygni 9. Støddfrøði

Nýggj, broytt útgáva komin

Føroya Skúlabókagrunnur hevur givið Skygni 9. Støddfrøði út av nýggjum. Stórar broytingar og dagføringar eru gjørdar frá fyrru útgávuni av Skygni 9. Í bókini verða sjey høvuðsevni viðgjørd.

Til hvørt kapittul eru tvær støðuroyndir, blandaðar uppgávur, grønar og bláar síður, virkni við avritssíðum. Við teimum grønu og bláu síðunum ber til at laga undirvísingina til næmingin.

Tað eru teir báðir Mortan Dalsgarð og Edvard Olsen, sum hava staðið fyri nýggju útgávuni.

Skúlabókagrunnurin gevur eisini út Læraramappu til Skygni 9. Læraramappan er eitt ringbind, har leiðbeiningar, støðuroyndir, avritssíður og svarlistar eru at finna.

Skygni 9 er 313 síður og kostar 276,- kr. Læraramappan fæst fyri 400 kr.


Tónleikur

Kórbók

Føroysk kórbók

Karl Clausen

Føroya Skúlabókagrunnur gevur kórsatsir eftir navnframa tónlistamannin Karl Clausen út í bók. Í kórbóklinginum, sum Ólavur Hátún hevur lagt til rættis, eru vælkendir føroyskir sangir og sálmar. Karl Clausen hevði í mong ár gott og regluligt samskifti við føroysk kórfólk. Hann gjørdi kórsatsir til føroysk løg til føroyingar í Keypmannahavn longu fyrst í 60-árunum. Á mongu vitjanum sínum her á landi savnaði hann tilfar um gamlan andaligan sang, tók sálmar og sangir upp á band og festi løgini síðani á blað.

Nógv av hesum kórtilfari hevur í avritum verið tøkt hjá føroyskum kórum, er vorðið fólkaogn og hevur verið eitt álit við mong kórhøvi. Annað av tí kemur nústani fram í ljósið og man tí ikki hava minni áhuga. Vónin er, at hesin kórbóklingur við føroyskum sálmum og sangum í sínum frálíku kórbúnum kann gera sítt til at varðveita sambandið við okkara sangliga ættararv og enn í mong ár verður ein hornasteinur í kórsangi í Føroyum.

Føroysk kórbók er 72 síður og kostar 148,00 kr.


Jarðfrøði

Grót & steinar Dr. R. F. Symes
Grót og steinar

Martin V. Heinesen týddi.

Grót & steinar, sum Føroya Skúlabókagrunnur gevur út í samprenti við Dorling Kindersley, er ein upplýsandi bók, ið við greiðum teksti og frálíkum myndum sigur frá stórfingna ríkidømi av gróti og steinum, ið liggur fjalt undir fótum okkara.

Ymisku grótsløgini eru vorðin til á ymiskan hátt fram gjøgnum jarðarsøguna. Við at granska grótið, kunnu jarðfrøðingar kunna seg um viðurskifti og hendingar á jørðini, sum tíðin er liðin. Í bókini ber eisini til at lesa um at slípa steinar og at greina grót- og steinsløg. Orðtýðingar og leitorðalisti eru prentað aftast í bókini. Hóast teksturin er skrivaður av serfrøðingum, er hann lættur at lesa, og tær frágreiðandi myndirnar gera bókina væl egnaða til undirvísing og til handbók hjá teimum, ið vilja læra seg meira um grót og steinar.

Grót & steinar er 72 síður og kostar 174,- kr.