| Nýútkomið... |
Lívfrøði
Ymist um kroppin
Føroya Skúlabókagrunnur hevur í samprenti við enska forlagið Dorling Kindersley givið út eina nýggja upplýsandi og áhugaverda bók um kroppin. Tað serliga við hesari útgávuni er, at hon er á tremur við frálíkum og frágreiðandi fotomyndum, ið serfrøðingar hava tikið. Harumframt eru glærur at venda, so til ber hjá lesaranum at síggja, hvat er innan í høvdinum, hví hjartað slær, hvagar maturin fer, og hvussu armar og bein røra seg.
Læknaligir serfrøðingar hava skrivað tekstin, ið er greiður og lættur at lesa, eisini hjá børnum og ungum, Tí er bókin væl hóskandi sum lærubók í fólkaskúlanum, men eisini sum handbók hjá teimum, ið ynskja at kunna seg um mannakroppin, og hvussu hann ber seg at.
Jákup Eyðun Joensen og Jákup í Skemmuni hava týtt tekstin úr enskum. Aftast í bókini eru leitorð.
Mannakroppurin er 38 síður og kostar 138,- kr.
Ferðslulæra
Anna Lisa, Ári og Klæni í ferðsluni
Ein biltúrur
Ein biltúrur er liður í einum framhaldandi útgávusamstarvi millum Ráðið fyri Ferðslutrygd og Føroya Skúlabókagrunn. Hetta er onnur bókin um Onnu Lisu, Ára og Klæna í ferðsluni, og evnið hesa ferð er: -- Hvussu sita børn trygg í bilinum? Fyrra bókin var Á veg í barnagarð, sum kom út í fjør heyst. Katarina Nolsøe hevur týtt báðar bøkurnar úr íslendskum eftir Jón Ármann Steinsson og Jón Hámund Marinósson.
Ein biltúrur er eitt úrslit av virkseminum í Ferðsluringi Barnanna, sum Ráðið fyri Ferðslutrygd setti á stovn í 1984. Síðani tá hevur staðið øllum børnum í boði at fáa tilfar um ferðslu og ferðslutrygd.
Bókin er um tey bæði, Onnu Lisu og Ára, og vinmann teirra, Klæna, sum er rúmdarmaður. Tey trý fara at læra barnið ferðslureglurnar saman. Ætlanin við bókini er, at barnið skal læra at ansa sær í ferðsluni og at birta í kjak millum foreldur og barn um evnið. Í bókini verður eisini staðfest, at tað er ikki nóg mikið at sita við hús og læra um ferðslu við at lesa, barnið má eisini gera sínar royndir úti í ferðsluni. Børn læra best av at royna sjálvi. Fremst og aftast í bókini eru nágreiniligar leiðbeiningar til foreldur um skilagóða nýtslu av bilstóli, bilkodda og bilbelti til børnini í bili.
Umframt at bókin verður lisin heima við hús, er hon eitt gott íkast til frálæruna um ferðslutrygd í barnagarði og skúla.
Ein biltúrur er 16 síður og kostar 40 krónur í bókabúðunum.
Mállæra
Jeffrei Henriksen
BendingarlæraForlagið Sprotin hevur givið út bókina Bendingarlæra eftir Jeffrei Henriksen
Bókin er, sum heitið sigur, ein mállæra, sum m.a. viðger ljóðlæru, bendingarlæru og liðskipan. Í bókini eru listi við leitevnum og orðalisti.
Bendingarlæra er 105 síður og kostar 150,- kr.