| Nýútkomið... |
Kristni
Katekismus
Fólk doypa og konfirmera síni børn. Fólk giftast í kirkjuni. Og tey flestu her á landi verða eisini borin út úr kirkjuni. Meira og minni medvitin um innihaldið í teirri kristnu trúnni, og meira og minni upptikin av tí kristna boðskapinum, er tað tó hagar vit leita við tey stóru vegamótini í lívinum. Bæði í gleði og sorg. Bæði vanligar sunnudagar og teir stóru høgtíðsdagarnar.
Henda Katekismus, sum Marjun Bæk hevur týtt og lagt til rættis, er ætlað øllum vanligum hugsandi vaksnum fólki, bæði teimum, sum hava kristindómin sum eina sjálvfylgju við í lívsførninginum, og teimum, sum kristindómurin so ella so ger spurin ella forvitin.
Forlagið Sprotin gevur út.
Katekismus kostar 240 kr.
Føroyskt
![]()
Perbók
Lesibók við avmarkaðum orðatilfari
eftir Jeffrei Henriksen er komin í nýggjari útgávuHetta er lesibók til byrjanarlesing, ið nú kemur út í nýggjum búna. Herálvur Jacobsen hevur myndprýtt.
Perbók er gjørd við tí eina endamáli at veita venjing í lesing til teirra, sum tílíka venjing tørva. Nøkur av teimum vanligastu orðunum í málinum eru vald út og verða tikin upp í saman, til myndirnar av teimum munnu sita fastar í huga teirra, sum lesa. Byrjað verður við heilt stuttum orðum, men so við og við verða longri orð tikin upp ímillum hini.
Perbók er 108 síður og kostar 82,00 kr. Hestprent hevur prentað.
Skriving
Eg skrivi 3
Eg skrivi 3 eftir Gunnvá Dam
Edward Fuglø hevur myndprýttHetta er triðja bókin í eini røð av mállærubókum við skrivligum uppgávum til miðdeild fólkaskúlans.
Mállæruheftini kunnu nýtast úr 4. flokki upp í 7. flokk, so sum lærarin heldur vera hóskandi.
Í hesari bókarøðini eru mállæruuppgávur, fyrisagnir, uppgávur til fyrisagnir, aftursagnir og ymiskar stuttligar uppgávur. Vegleiðing er í hvørjari bókini sær.
Eg skrivi 3 er 46 síður og kostar 68,00 kr. Grafik Studio hevur gjørt kápuna. Hestprent hevur prentað.
Rokning
![]()
Minusbók
Vit rokna. Minusbók eftir Katrina Gullbein
Astrid MacDonald hevur myndprýttMinusbókin er ætlað sum ískoytistilfar í undirvísingini í støddfrøði. Bókin gevur næminginum høvi at arbeiða miðvíst við tølunum 1-100 og serliga við frádrátti.
Minusbókin er skipað soleiðis, at næmingurin lærir at draga tøl frá hvørjum øðrum við t.d. at spæla handil, veksla pengar o.s.fr.
Minusbókin kann brúkast, tá ið tørvur er á at læra og venja at draga frá í byrjanarundirvísingini. Tvær aðrar bøkur eru í røðini Vit rokna. Tær eru Talbók og Plussbók.
Minusbókin er 40 síður og kostar 48,00 kr. Ingi Joensen hevur gjørt kápuna. Prentumsiting hevur Reproz staðið fyri.
Føroyskt
![]()
Hervør, Høgni og hini
Føroya Skúlabókagrunnur gevur nýggja lesibók út til 2. flokk. Hervør, Høgni og hini er framhald av bókaheildini Hervør og Høgni í skúla til 1. flokk. Rannveig Hovgaard og John Næs Berg, lærarar, hava skrivað og lagt til rættis. Olivur við Neyst og Hannis Egholm hava myndprýtt.
Dentur er lagdur á, at bókin skal vera løtt at lesa og skal byggja á heimligt umhvørvi. Hon er um Hervør og Høgna og floksfelagar teirra, bæði í skúla og frítíð, men ymsir tættir í bókmentum eru eisini tiknir við, so sum sagnir, ævintýr, sangir, skjaldur, orðatøk og gátur. Bókin fylgir skúlaárinum, og í henni er tilfar, sum svarar til árstíðir og hátíðir.
Lærarabókin kemur út seinni í heyst. Sisero hevur staðið fyri prenttilgerðini. Hervør, Høgni og hini er 144 síður og kostar 180,00 kr.
Arbeiðshefti l er 53 síður og kostar 58 kr.
Arbeiðshefti 2 er 68 síður og kostar 68 kr.
Svarlisti liggur á heimasíðuni hjá Skúlabókagrunninum.