| Nýútkomið... |
Veiða og mentan
Grindavísan
Í hesum heftinum er Grindavísan eftir Christian Pløyen gjørd til teknirøð, sum Óli Petersen hevur teknað.Harumframt er heftið á tremur við upplýsingum um grindadráp, um grind sum kost, grindareglurnar o.s.fr. Uppgávur eru eisini til tilfarið í heftinum.
Grindavísan, sum Føroya Skúlabókagrunnur her gevur út í 2. útgávu, er 48 síður og kostar 129 kr.
Kristni
![]()
Mín allarfyrsta Bíblia
Føroya Skúlabókagrunnur hevur givið nýggja barnabíbliu út til tey smærru børnini, Mín allarfyrsta Bíblia. Bókin er komin út í samprenti við enska forlagið Lion Publishing. Kendur enskur høvundur innan andaligar bókmentir, Lois Rock, hevur endursagt søgurnar til smáu børnini. Hon hevur skrivað meira enn 30 bøkur, ið eru týddar til nógv ymisk mál. Alex Aycliffe hevur myndprýtt bókina. Hon er somuleiðis kendur myndprýðari í Onglandi og hevur vunnið heiðurslønir. Charlotta Thorsteinsson, lærari, hevur týtt bókina úr enskum.
Í bókini eru 20 lyklasøgur úr Bíbliuni, 10 úr Gamla Testamenti og 10 úr Nýggja Testamenti. Høvundurin hevur verið trúgvur mótvegis upprunatekstinum og hevur hartil fingið moralska og andaliga boðskapin við á ein einfaldan hátt. Teksturin er lættur at lesa. Lítið av teksti er á hvørjari síðu, og ger hetta bókina saman við prýðiligu og livandi myndunum sera væl egnaða til smærru børnini. Myndirnar eru litríkar. Hóast tær eru einfaldar, siga tær greitt sína egnu søgu.
Hetta er ein bók, ið vaksin kunnu lesa fyri børnunum. Í skúlahøpi kunnu byrjanarlesararnir lesa hana sjálvir, umframt at nógv tilfar er at tosa um í skúlastovuni. Aftast í bókini er evnisyvirlit við frágreiðingum um, hvar ber til at lesa um ymisku evnini.
Mín allarfyrsta Bíblia er 257 blaðsíður og kostar 148,00 krónur. Hon fæst í bókabúðunum um alt landið.