Nýútkomið...

Stuttsøgur

Duruta

Føroya Skúlabókagrunnur hevur givið út stuttsøgusavnið Duruta og aðrar søgur eftir Hans Andrias Djurhuus. Umframt stuttsøguna um Durutu, eru fi mm aðrar søgur við í savninum. Søgurnar eru allar kensluríkar og spennandi og snúgva seg um truplan og ólukkuligan kærleika, illgerðir og svik, sorg og deyða.
Heiðrik av Heygum hevur myndprýtt bókina við svørthvítum tekningum, ið lýsa persónar og umhvørvi um aldaskiftið. Heiðrik á Heygum er ungur listamaður, og hansara myndir hava eitt frískligt brá, ið vendir sær til ungu lesararnar.
Duruta og aðrar søgur er Snípubók í røðini Snípa – Klassikari. Lydia Didriksen hevur viðgjørt handritið lesinámsfrøðiliga og gjørt arbeiðsuppgávurnar, ið eru prentaðar aftast í bókini. Lesinámsfrøðilig viðgerð er m.a., at greitt verður frá torskildum orðum. Orðafrágreiðingar eru prentaðar í marguni. Stuttsøgusavnið er vínreyð Snípubók við trimum fjaðrum, og merkir tað, at hon er ætlað elstu fl okkum fólkaskúlans og miðnámsskúlum.
Í røðini Snípa – Klassikari verður givin út skaldskapur eftir høvundar, ið umboða sumt av tí besta, sum er skrivað á føroyskum. Hans Andrias Djurhuus var - og er - ein av okkara vinsælastu skaldum. Hetta er triðja bókin í hesi røðini. Frammanundan eru Ábal og aðrar søgur eftir Sverra Patursson og Rakul og aðrar søgur eftir Regin í Líð komnar út.

Duruta og aðrar søgur er 168 síður og kostar 125,00 kr.










Mállæra

Stutt mállæra

Føroya Skúlabókagrunnur hevur givið út bókina Stutt mállæra eftir Onnu Mariu Reinert Jensen og Harry Davidsen, lærarar. Fyrra uppgávuheftið til bókina er eisini komið í bóka-sølurnar.Mállæran er fyrst og fremst ætlað at stuðla næmingunum í føroyskari rættskriving, serliga í 8. og 9. flokki. Høvundarnir hava lagt seg eftir at hava alt tað við, sum lesiætlanin krevur av 9. flokki, og sum hevur týdning fyri rættskrivingina. Høvuðspartarnir í bókini eru ljóðlæra, bendingarlæra, orðalagslæra og teknseting.
Stutt mállæra kann sjálvandi eisini vera hent hjá øllum teimum, sum vilja læra seg at skriva rætt.Til bókina verða gjørd tvey uppgávuhefti, annað til 8. flokk og hitt til 9. flokk. Heftið til 8. flokk er komið út nú, og tað til 9. flokk kemur seinni í skúlaárinum. Í uppgávuheftinum eru 39 mállæruuppgávur. Til tær einstøku uppgávurnar er greinatal, sum vísir til ta greinina í Stuttari mállæru, sum viðger sama evni. Í uppgávuheftinum eru eisini ymsar orðagátur, ið eru at rokna sum eykatilfar til ítrivs. Harafturat verða uppgávur til mállæruna eisini lagdar út á heimasíðu grunsins: Føroya Skúlabókagrunnur.

Grafikstudio hevur gjørt sats, uppseting og permu til mállæruna. Bókin er í litum, og rættiliga nógv er gjørt burturúr at fáa eina greiða uppseting. Uppgávubókin er ikki í litum, og hana hevur Føroyaprent umbrotið. Føroyaprent hevur prentað báðar bøkurnar.

Mállæran er 56 síður til støddar og kostar 84,00 kr. Uppgávubókin er 56 síður og kostar 64,00 kr.


Skygni 1A

Stutt mállæra

Føroya Skúlabókagrunnur gevur nýggja roknibók út til 1. flokk við heitinum Skygni 1A. Mortan Dalsgarð og Edvard Olsen, lærarar, hava týtt úr donskum og lagað til føroysk viðurskifti. Allan Dalsgarð, Leif Jeppesen og Ingi Joensen hava myndprýtt bókina við litføgrum og frágreiðandi myndum, ið vekja hug barnanna at læra. Stórar broytingar eru gjørdar í mun til fyrru roknibókina til 1. flokk. Uppgávurnar eru umskipaðar, nýggjar tekningar eru í litum, og haraftrat er eitt støddfrøðiævintýr um fryntarnar í Fryntavík.

Ævintýrið stimbrar innlæringina og talfatanina hjá børnunum. Nýggja roknibókin er fyrsta bókin í eini nýggjari dagførdari røð av roknibókum til fólkaskúlan, har føroyski gerandisdagurin er grundstøðið, tá børnini skulu læra talfatan, talfimi og støddfrøðilig hugtøk. Nýggja tilfarið leggur eisini upp til samskifti og spurdómar um støddfrøðilig evni. Børnini skulu eggjast til at undrast og til sjálv at koma við hugskotum til loysnir, sum tey síðani kunnu royna og at enda greiða flokkinum frá.

Skygni 1 A er 80 síður og kostar 72,00 kr. Umframt næmingabókina eru tvey ringbind til læraran, Læraramappa og Avritsmappa. Læraramappan er 98 síður og kostar 700,00 kr. Avrits-mappan er 43 síður og kostar 400,00 kr. Føroyaprent hevur umbrotið og prentað.Í næmingabókini er ein myndatalva av Fryntavík, ið børnini kunnu heingja upp heima við hús. Skúlin fær eina størri myndatalvu at heingja upp í skúlastovuni. Soleiðis kunnu børnini altíð hava hendan ævintýrheim fyri eyga.


Skriving

Eg skrivi 4

Føroya Skúlabókagrunnur hevur givið út Eg skrivi 4 eftir Gunnvá Dam, lærara, sum er skrivligt føroyskt til miðdeild fólkaskúlans. Edward Fuglø hevur hegnisliga myndprýtt bókina. Hetta er fjórða bókin í eini røð av mállærubókum við skrivligum uppgávum til miðdeild fólkaskúlans. Mállæruheftini kunnu nýtast úr 4. flokki upp í 7. flokk, so sum lærarin heldur vera hóskandi.

Í hesari bókarøðini eru mállæruuppgávur, fyrisagnir, uppgávur til fyrisagnir, aftursagnir og ymsar stuttligar uppgávur. Fyrisagnirnar eru eisini gjørdar sum innskrivingarfyrisagnir á tvinnanda torleikastigum og eru í einum serstøkum hefti lagdar hjá útgávuni.

Vegleiðing er í hvørjari bókini sær. Í vegleiðingini verður greitt frá, hvussu høvundurin hugsar sær, at arbeiðast kann við teimum ymsu síðunum. Endamálið við EG SKRIVI-heftunum er at stuðla og eggja næmingunum til at kunna seg væl og virðiliga um tað føroyska málið, so tað fellur teimum lætt og raðið at orðbera seg á góðum og tíðarbærum máli, bæði í talu og í skrift.Føroyaprent hevur prentað.

Eg skrivi 4 er 64 síður og kostar 98,00 kr.