| Nýútkomið... |
Føroyskt
Les 1 Tekstasavn til framhaldsdeild
Les 1 er heitið á fyrstu bók í nýggjari røð í trimum pørtum til framhaldsdeildina í føroyskum. Bókin er tekstasavn, sum er skipað í sjey partar, hvør við sínum heiti. Tekstirnir verða bundnir saman við einum høvuðsevni. Ymsu heitini á pørtunum geva lesaranum innlit í, hvussu bókin er sett saman, og hvat lesarin kann vænta sær í hesum nýskapandi og rúgvusmikla savni, sum er myndprýtt við føroyskum listaverkum og fotomyndum.
Hóast heitini á teim sjey pørtunum eru funnin í yrkingum og einum kvæði, fevnir savnið harafturat um tekstir, sum er stuttsøgur, leikritaskaldskapur, yrkistekstir, myndir, skaldskapur av mannamunni, sálmar og bíbliutekstur.
Sum nakað nýtt er gjørd teldutøk Lærarabók til Les 1. Lærarabókin veitir íblástur og hugskot, hvussu arbeiðast kann við tekstasavninum og lýsir nærri tey evni, rithøvundar og listafólk, sum verða nevnd. Í Lærarabókini eru eisini uppskot um aðrar tekstir og tilfar, ið lýsir somu evni at nýta í undirvísingini.
Lagt til rættis: Lydia Didriksen. Myndprýtt: Ymisk myndlistafólk.
330 síður við myndum, kr. 320,-. Vørunr: 4971 ISBN: 99918-0-406-4
Støddfrøði. Handbók
Støddfrøði. Handbók
Støddfrøðihandbók til frahaldsdeild
Mortan Dalsgarð og Edvard Olsen hava skrivað bókina Støddfrøði. Handbók, ið er ein sameining av lærubók og uppslagsverki við evnisskrá og orðalista. Bókin er ætlað næmingum og lærarum sum ein hjálp í dagliga arbeiðinum við støddfrøði og er loyvt hjálparamboð til skrivligu fráfaringarroyndirnar í støddfrøði í 9. og 10. flokki. Bókin er 265 síður og kostar 160 kr.
Føroya Skúlabókagrunnur gevur út. ISBN: 99918-0-392-0
Lívfrøði
Náttúrusøga
Dýr og planturHendan bókin, sum Theodor Hansen hevur skrivað, er ætlað sum ein hent bók hjá teimum, sum vilja vita meira um tey einstøku dýrini og tær einstøku planturnar í Føroyum. Greitt verður frá, hvussu dýr og plantur liva, og hvar tey eru. Størri dentur verður lagdur á at lýsa tey einstøku dýrini og planturnar, heldur enn vistfrøðina.
Náttúrusøga. Dýr og plantur er ein ískoytisbók at taka til hjá lærarum og næmingum, sum sjálvir skulu finna sær tilfar fram. Bókin hevur eitt greitt og væl skipað innihaldsyvirlit, og aftast er eitt drúgt leitorðayvirlit. Ongar myndir eru tó í bókini.
Náttúrusøga Dýr og plantur er 260 síður og hon kostar 220 kr.
Útgevari er Føroya Skúlabókagrunnur.
Grindavísan á fløgu og lesibøkurnar Abbi og apanFøroya Skúlabókagrunnur hevur givið út tvær nýggjar lesibøkur, Abbi og apan, sum Sólrún Michelsen hevur skrivað.
Lesið tíðindaskriv frá forlagnum um hesa útgávuna her >>Nýggja útgávan av Grindavísuni fæst nú við fløgu. Á fløguni er upptøka, har Vága Dansifelag kvøður Grindavísuna. Jón Joensen í Bø skipar. Bók við fløgu kostar 148,00 kr. Fløgan kostar 50,00 kr.
Føroya Skúlabókagrunnur gevur út.