Nýútkomið...

Føroyskt

Eg skrivi 5 Skrivligt føroyskt til miðdeild

Høvundur: Gunnvá Dam. Myndprýtt: Edward Fuglø

Eg skrivi 5, við undirheitinum: Skrivligt føroyskt til miðdeild, er 5. bókin í eini røð av rættskrivingar- og mállæruheftum til miðdeild fólkaskúlans. Mállæruheftini eru ikki ætlað ávísum floksstigi, men kunnu vegleiðandi nýtast úr 5. flokki (ella seint í 4. flokki)upp í 7. flokk, so sum lærarin heldur vera hóskandi.
Í øllum mállæruheftunum verða mállæruuppgávur, fyrisøgn, uppgáva til fyrisøgn, aftursøgn og ymsar stuttligar uppgávur. Mállæran í Eg skrivi 5 byggir á tað, sum næmingarnir hava lært í teimum fyrru bókunum.
Gunnvá Dam, rithøvundur, sigur frá í formælinum, at hon hevur gjøgnum alla bókina lagt dent á at fáa næmingarnar at skilja tað, teir gera, heldur enn at teir t.d. benda eina ørgrynnu av orðum uttan at hugsa um, hví hesi orð verða bend so ella so.
Fyrisagnirnar eru eisini gjørdar sum innskrivingarfyrisagnir á ymiskum torleikastigi og eru í einum serstøkum hefti lagdar hjá útgávuni.
Eg skrivi 5 er 72 síður við myndum og útfyllingarfyrisagnum. Bókin kostar 98,- kr.


Føroyskt

Stutt mállæra. Uppgávur til 9. flokk

Høvundar: Harry Davidsen og Anna Maria Reinert Jensen

Stutt mállæra er ætlað næmingum í 8. og 9. flokki. Í hesum heftinum, Uppgávur til 9. flokk, kunnu næmingarnir arbeiða við teimum evnum, sum verða viðgjørd í mállæruni.

Lærarin kann gjøgnumganga mállæruna og so lata næmingar loysa uppgávurnar í heftinum, sum eru um sama evni. Raðfylgjan í arbeiðsbókini er ikki tann sama sum í mállæruni, men í innihaldsyvirlitinum sæst, hvørji evni verða viðgjørd í teimum 45 uppgávunum. Til tær einstøku uppgávurnar er greinatal, sum vísir til ta greinina í Stuttari mállæru, sum viðger sama evni. Í heftinum eru eisini ymsar orðagátur, ið eru at rokna sum eykatilfar til ítrivs. Harafturat verða uppgávur til mállæruna eisini lagdar út á heimasíðuna.

Stutt mállæra er 56 síður og kostar 64,- kr.





Støddfrøði

Skygni 2 A. Støddfrøði
Næmingabók

Skygni 2 A. Støddfrøði Næmingabók Høvundar: Ivan Christensen, Henry Schultz, Benny Syberg
Týtt og tillagað: Mortan Dalsgarð, Edvard Olsen
Myndprýtt: Edward Fuglø, Leif Jeppesen, Ingi Joensen

Hetta er nýggj roknibók til 2. flokk. Stórar broytingar eru gjørdar í mun til fyrru roknibókina til 2. flokk. Uppgávurnar eru umskipaðar, nýggjar tekningar eru í litum, og haraftrat er eitt støddfrøðiævintýr um fryntarnar í Fryntavík. Ævintýrið stimbrar innlæringina og talfatanina hjá børnunum.

Nýggja roknibókin er triðja bókin í eini nýggjari dagførdari røð av roknibókum til fólkaskúlan, har føroyski gerandisdagurin er grundstøðið, tá børnini skulu læra talfatan, talfimi og støddfrøðilig hugtøk. Støddfrøðin er ikki bara eitt amboð at brúka í gerandisdegnum. Hon hevur eisini sín egna heim eins og t.d. skaldskapur, tónleikur, málningalist og ítróttur. Í hesum støddfrøðiheimi fara næmingarnir at ferðast tíðum.

Nýggja tilfarið leggur eisini upp til at arbeiða við ymiskum tilfari, t.d. ítøkiligum lutum, spølum og avritssíðum. Haraftrat verður lagt upp til samskifti og spurdómar um støddfrøðilig evni. Børnini skulu eggjast til at undrast og til sjálv at koma við hugskotum til loysnir, sum tey síðani kunnu royna og at enda greiða flokkinum frá.

Læraramappa og avritsmappa koma út seinni í heyst.

Skygni 2 A. Støddfrøði Næmingabók er 80 síður og kostar 72,- kr.



Føroyskt tilfar til enskundirvísingina

Una Poulsen, lærari í Vestmanna, hevur skrivað og skipað tilfar til eina nýggja føroyska bókarøð ætlað 4. flokki. Tríggjar bøkur mynda bókaheildina Mandy on holiday: lesibók, arbeiðsbók og lærarabók.

Sermerkt við hesi bók er, at hon fer fram í okkara umhvørvi. Næmingarnir læra at seta orð á tað, ið teir síggja dagliga. Granskingin vísir, at børn læra best mál, tá ið tey eru virkin í veruleikakendum samskifti. Bókin viðger annars øll tey somu evni, sum tær nýggjastu útlendsku bøkurnar gera. Saman við góðum myndprýðarum hevur Una Poulsen megnað at skapa eina heild av orðum, myndum og ljóðum, ið eggjar og stimbrar næmingin at brúka enska málið.

Í lesibókini er fløga við upplestri av tekstunum í bókini, soleiðis at næmingurin eisini heima við hús kann hoyra tekstin á enskum. Enskmælt børn og vaksin, ið øll búgva í Føroyum, geva orðunum enskt ljóð á fløguni. Eisini er ein fløga við sangunum úr bókini til læraran. Fløguna hevur Palli Hansen, tónleikalærari, lagt til rættis. Fyribils er lærarabókin teldutøk og kann takast niður til vinstru á hesari síðuni.

Mandy on holyday er 104 síður við myndum og kostar 220,- kr.
Mandy on holyday, lærarabók er 78 síður og kostar 400,- kr.
Mandy on holyday, workbook er 56 síður við myndum og kostar 56,- kr.