|
Ungdómsbók
Jenna Willsson er trettan ára gomul og nýliga byrjað í sjeynda flokki. Og tað einasta, sum hon skuldi havt stúrt fyri, eru bróstini, sum ikki vilja vaksa, tann alt ov ljósa Ulla, sum hon hatar, men sum allir dreingirnir eru so óðir eftir. Og hvussu skal hon fáa tann vakra, dimmhærda Sakan at hyggja eftir sær? Johanna Thydell er svensk, fødd í 1980. Hetta er fyrsta bók hennara, og fyri hana hevur hon fingið virðislønir, m.a. Augustpriset, sum í Svøríki verður latin fyri góðar ungdómsbøkur. Uppi undir loftinum glógva stjørnurnar er 228 síður og kostar 135 kr. Jákup í Skemmuni týddi, og forlagið Nýlendi gevur út. |